FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Hetland

Vídd: 1.468 km2
Fólkatal: uml. 22.000 fólk.
Høvuðsstaður: Lerwick uml 9.000 fólk.

Í Hetlandi er vøkur náttúra og ríkt og fjølbroytt dýralív.
Landið hevur søgu, sum gongur aftur til steinøld. Áðrenn Hetland kom undir skotsk ræði í 15. øld, búðu norðbúgvar har og høvdu búð har síðan landnámið í 800. Í Hetlandi var alting eins og í Føroyum.

Málið í Hetlandi verður rópt hetlendska dialektin, ið er enskt íblandað norrøn orð.
Flestu staðanøvn bera boð um norðurlendska arvin.

Lokala stýrið í Hetlandi er Hetlandsráðið, Shetland Islands Council.
Stjórnarleiðari er David Clark.

Mest týðandi búskaparligar vinnur eru fiskivinna og aling.

Býtið av løntakarum (2007):
• Fiskivinna, aling og landbúnaður 1.400 fólk.
• Ídnaður og handverk 900 fólk
• Bygging 900 fólk
• Tænastuvinna 9.300 fólk

Nøgd og virðið av fiskalandingum (2007):
• Botnfiskur 11 tús. tons, 19 mió. £
• Pelagiskur fiskur 106 tús. tons, 44 mió. £
• Skeljafiskur 1870 tons, 4,5 mió £

Íkastið til hetlendska búskapin - góðar 500 mió. £ - stavar frá (2006):
• Fiskivinnu 44%
• Almennum virksemi 36%
• Oljuvirksemi 14%
• Annað (landbúnarður, ferðavinna og binding) 6%.

Stóra oljuhavnin Sullom Voe tekur ímóti ráolju við oljuleidningi frá East Shetland Basin og við tangabátum frá Schiehallion oljuleiðini. Oljuframleiðslan verður útflutt við tangaskipum til lond um allan heim.

Vanligu fólka- og studentaskúlaútbúgvingar fáast í Hetlandi. Rættiliga nógvir næmingar fáa sær fiskivinnu- og sjóvinnuútbúgvingar á NAFC Marine Centre í Scalloway.

Í Hetlandi eru góðar umstøður til ítrótt og frítíðarítriv.
Har eru eisini áhugaverd forn- og náttúrufrøðilig søvn. Eitt av mongu áhugaverdu søguligu støðunum er Jarlshof á Sumburg Head.

Veganetið er væl útbygt, og flog- ella ferjusamband er til flestu oyggjarnar.
Størri flogvallir: Sumburgh og Scatsta.
Regluligt ferjusamband er millum Lerwick og Aberdeen.



Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org