á heimasíðuna hjá Føroyskum Hetlendskum Vinafelag.
Felagið virkar fyri samstarvi og vinalagi millum Føroyar og Hetland.
Felagið skal eisini kunna felagslimir og føroyingar annars við hetlendsk viðurskifti.
Møguleiki at sleppa til Hetlands í september
Teimum, sum hava víst áhuga fyri túrinum til og úr Hetlandi í september, kunnu vit siga frá, at nú er komið so mikið ávegis, at Atlantic hevur bókað flogfar til túrin.
Flogið verður soleiðis:
3. september:
Føroyar - Hetland 09.15 - 10.10 og
Hetland - Føroyar 11.10 - 12.05
6. september:
Føroyar - Hetland 12.00 - 12.55 og
Hetland - Føroyar 13.55 - 14.50.
Hugurin hjá hetlendingum at koma til Føroyar er stórur, og tann ferðin er um at vera fullsett.
Vit vóna so, at føringar eisini vísa áhugað fyri ferðini úr Føroyum til Hetlands og aftur.
Fyrispurningur um ferðina er komin frá bæði feløgum og einstaklingum.
Í komandi viku sendir Atlantic tíðindaskriv út til miðlarnar. Men áhugað kunnu longu nú bíleggja sær ferð.
Flogferðin fer væntandi at kosta uml. 2.100,- kr. aftur og fram íroknað avgjøld.
Innivist
Atlantic ætlar eisini at seta seg í samband við hotell í Lerwick og uttanfyri Lerwick og gera pakkar til ferðandi, sum vilja ferðast sum einstaklingar.
Tey, sum onki hava ímóti at búgva á ferðamannaheimi, kunnu bíleggja tilhald á:
Islesburgh Hostel
Tel 01595745100
Heimasíða: Islesburgh Hostel
Teldupostur: islesburgh.reception@shetland.gov.uk
Aðalfundur
Felagið hevur aðalfund hósdagin, 27. maj 2010 kl. 19 á Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøta 16 í Havn.
Skrá sambært viðtøkunum.
Welcome
to the Faroe Shetland Friendship Society's homepage.
The object of the Society is to improve the relationship and friendship between Faroe Islands and Shetland.
The Society also will inform members and the public in the Faroe Islands about Shetland.